placeholder
Mentan

Operation Valentine á vinyl

Tónleikurin frá sjónleikinum um bretsku hersetingina undir 2. veraldarbardaga, sum varð vístur í Sjónleikarhúsinum í 2015, verður í dag givin út – Útgávutiltak er í Tutl-handlinum kl. 16:30

2021-11-26 14:00 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í august 2015 framførdi leikbólkurin Det Ferösche Compagnie (DFC) leikverkið Operation Valentine í Sjónleikarhúsinum í Havn, og hetta var eisini árið, tá ið 75 ár vóru liðin, síðan bretsku hermenninir undir 2. veraldarbardaga stiðju fótin á føroyska jørð.

Operation Valentine setti mong spor í føroysku tilvitskuna. Hesi mentanarligu, hugsjónarligu, kensluligu, málsligu og ikki minst kærleiksligu spor vóru bæði djúp og rukku langt inn í okkara samleika.

[object Object]

DFC vendi sær til fleiri heimildarfólk, sum greiddu frá teirra upplivingum frá krígsárunum. Hesar samrøður og drúgva kanningararbeiði setti nógvar nýggjar spurningar um hetta so týðandi tíðarskeið í føroyskari søgu.

DFC arbeiddi við tilfarinum í einum kollektivum skapanartoymi, har hvør einstakur lutur; tónar, tekstur, ljós, ljóð, leikur, pallur fingu somu tyngd. Leikurin var ein vallaragongd, har áskoðarin fór eina ógloymandi ferð aftur í tíð inn í Sjónleikarahúsið í Havn, sum nettup hevði ein serstakliga týðandi leiklut í Operation Valentine hersetingini.

Jens L. Thomsen gjørdi tónleikin og ljóðmyndina til leiksýningarnar, og hann hevur líka síðan arbeitt við hugskotinum um at lata tónleikin liva sítt egna lív og gera hann atkomiligan á eini útgávu.

Nú gott 75 ár eru liðin síðan 2. veraldarbardaga og 80 ár síðan hersetingin Operation Valentine fór fram, var eitt gott høvi at útgeva tilfarið.

Á útgávuni er tónleikurin frá sjónleikinum umframt upptøkur av leikarunum Kristina O. Sørensen, Kjartan Hansen og Onnu Katrin Ø. Egilstrøð.

Um innihaldið greiðir Jens L. Thomsen frá:

– Hersetingin kollvelti gerandislívið í Føroyum frá degi til dags, og eins og í einum framtíðarfilmi kom nútíðin bóltandi inn yvir føroyingin uttanífrá og gav honum rákan av nýkomnum frælsi, bæði persónligum, fíggjarligum og politiskum. Operation Valentine-ljóðsporið er ein listalig kanning og ímyndan av, hvussu tað kendist at vera føroyingur undir hersetingini. Tað er ikki ein tíðarmynd, men heldur ein frásøgn um tað sálarligu ávirkanina sum henda týdningarmikla tíðin hevði á føroyska mentan, og hvussu hon myndaði fólkið.

Operation Valentine verur útgivið í dag á 12” vinyl gjøgnum Tutl.

Í hesum sambandi framførir Jens L. Thomsen partar av tilfarinum í Tutl-handlinum í dag, 26. november 2021 kl. 16:30, og til tiltakið Ravlitt í Sirkus kl. 22.

Á plátuni eru 10 skeringar:

Síða A
Ein klettur í havinum
Yvirlýsing I
Enskur dansur / Standmynd teirra sjólátnu
Myrkalegging
Eingil I

Síða B
Akk akk
Yvirlýsing II
Faroeitis
Sublima løtan
Eingil II

Jens L. Thomsen framleiddi plátuna, Kirstin Helgadóttir sniðgav húsan, og Matt Colton mastraði.

Gudmund Helmsdal Nielsen gjørdi upptøkur í Sjónleikarhúsinum, og Urd Johannesen samskipaði verkætlanina.

Operation Valetine var upprunaliga framført í Sjónleikarhúsinum 21. august 2015 til 5. september 2015 av Kristinu O. Sørensen, Kjartan Hansen og Onnu Katrin Ø. Egilstrøð. Egill H. A. Pálsson leikstjórnaði og Kirstin Helgadóttir stóð fyri pallmyndini. Sonja Lea sniðgav ljósið, Anna Katrin Ø. Egilstrøð gjørdi ljóð og Gunnvá Zachariasen framleiddi.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder