Innanlands

Opið hús á Hotel Djurhuus

Hósdag seinnapart verður móttøka í sambandi við, at hotellið er vorðið umbygt og hevur skift eigarar og navn

Mynd: Hotel Djurhuus

Mynd: Hotel Djurhuus

2021-05-05 11:21 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgin, hósdagin 6. mai verður móttøka á Hotel Djurhuus í Havn.

Í tíðindaskrivi verður boðað frá, at hotellið hevur opið hús frá klokkan 15 til 17 í sambandi við, at hotellið hevur fingið nýggjar eigarar, hevur broytt navn, og er vorðið umbygt.

– Tað hevði glett okkum at sæð samstarvsfelagar, vinir, familju, kenningar og øll áhugaði til opið hús á Hotel Djurhuus hósdagin millum kl. 15 og 17. Vit bjóða okkurt søtt til góman, og høvið verður at síggja hotellið og heilsa uppá starvsfólkið, skrivar Hotel Djurhuus.

Tað var í september í fjør, at Rúni Djurhuus keypti gamla Hotel Streym frá miðvinginum Svend Aage Ellefsen, sum hevði rikið tað síðan 2006.

[object Object](Mynd: Hotel Djurhuus)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder