Innanlands

Opið hús á Tekniska Skúla í Klaksvík

Tiltakið, sum er millum klokkan 10 og 14, er serliga viðkomandi fyri komandi næmingar

(Mynd: Tsk.fo)

(Mynd: Tsk.fo)

2022-03-05 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í dag, leygardagin 5. mars, frá klokkan 10 – 14 bjóðar Tekniski Skúli í Klaksvík almenninginum at vitja skúlan. Tiltakið er serliga viðkomandi fyri komandi næmingar, skrivar skúlin í tíðindaskrivi.

Næmingar á gymnasialu tøknibreytini skipa fyri verkstovum, har teir greiða frá ymiskum verkætlanum, ið teir hava gjørt. Eisini ber til at kanna BMI, blóðtrýst, vekt og lungnakapasitet. 

Á skúlanum ber til at tekna seg til rundvísingar, har næmingar vísa runt og greiða frá um skúlan. Høvið verður at síggja lestrarumhvørvið og at tosa við lestrarvegleiðarar.

Serbreytin bjóðar ókeypis kaffi og nýbakaðar vaflur. Høvið verður at kunna seg um serbreytina og hitta næmingar og starvsfólk. Eisini skipar serbreytin fyri TROM-myndakapping har vinningurin er eitt páskaregg, og Matvørudeildin bjóðar brellbitar og suppu.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder