– Hósdagin 21. desember fer Teistin at sigla sínir seinastu túrar, í sambandi við at Sandoyartunnilin letur upp. Tí vilja vit geva Sandoyingum og restini av Føroyum møguleikan at siga Sandoyarleiðini, sum vit kenna hana, farvæl, skrivar Strandferðslan.
Í sambandi við, at Sandoyartunnilin letur upp, bjóðar Strandferðslan til opið skip við bryggjuna í Skopan frá klokkan 16 til 18 hósdagin.
– Vit bjóða ein drekkamunn og høvi er at heilsa uppá manningina. Bildekkið verður ein annar listarligur pallur henda dagin, við tað at Hamradun koma at spæla nøkur løg fyri okkum kl. 17, og eisini ber til at uppliva myndaframsýningin 'Bye Bye Blue Boat' eftir franska myndamanninum Lucas Frayssinet.
– Í salongini umborð á skipinum ber til at síggja eina søguliga myndaframsýning, samskipað av Helga Fossadal, ið lýsir Sandoyarleiðina ígjøgnum tíðina. Eisini ber til hjá øllum at avmynda seg sum skipara, við at taka stuttliga sjálvmyndir (selfies), skrivar Strandferðslan.
Nýggj ferðaætlan tøk 19. desember
Tá Sandoyartunnilin letur upp kemur nýggj bussleið hjá Bygdaleiðum, leið 650 at koyra millum Sandoynna og Havnina. Eisini kemur nýggj ferðaætlan í gildi fyri leiðirnar 600 og 601.
Ferðaætlanirnar og nærri kunning um leiðirnar verður tøk týsdagin 19. desember, skrivar Strandferðslan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald