Innanlands

Opið stríð millum borgarstjórar

Tórbjørn Jacobsen fer beint eftir Heðini Mortensen í viðmerkingum á Facebook

Huglagið millum borgarstjórarnar í Runavík og Tórshavn er í løtuni ikki eins gott og tað tykist á hesari myndini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Huglagið millum borgarstjórarnar í Runavík og Tórshavn er í løtuni ikki eins gott og tað tykist á hesari myndini (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2021-06-23 08:03 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Opið stríð tykist vera millum formannin og næstformannin í Føroya kommunufelag, nú Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sera óvæntað í gjár setti skeltir upp fram við ringvegnum í Havn, sum bannaði allari koyring við tungum lastbilum frá klokkan 22 á kvøld til klokkan 7 á morgni og allan dagin sunnudagar.

Les eisini: Heðin Mortensen stongir býin fyri tungari ferðslu um náttina

Avgerðin er beinleiðis tikin fyri at at leggja forðingar fyri avtaluni millum tunnilsfelagið og Runavíkar kommunu um at fáa grótið, sum kemur upp úr Sandoyartunnlinum.

Tí samstundis, sum ferðslan vestureftir frá vegamótinum við Hoydalar verður bannað, sleppur ferðslan við tungum viðfestivognum framhaldandi at koyra ótarnað hin vegin, sum gongur oman móti Tórshavnar havn, hóast henda ferðslan gongur gjøgnum bygd øki, ið má metast at vera eina viðbrekið, sum økini, sum nú ístaðin fáa økta ferðslu í dagtímunum.

Borgarstjórin í Runavík hevur lyndi til at látursgera samstarvsfelaga sín í Havn á uppsløgum, sum hann hevur gjørt á Facebook eftir at myndin av Heðini Mortensen undir forboðsskeltunum varð send fjølmiðlunum seinnapartin í gjár.

Fyrsta viðmerkingin hjá Tórbirni Jacobsen ljóaði soleiðis:

"Doyr fæ, doyggja frændur, doyggi eg sjálvur samur; eitt eg veit, sum aldri doyr, dómur um deyðan mann." “Eysturoyggin doyr neyvan av hesum dóminum”.

Seinni fer Tórbjørn Jacobsen beint eftir manninum í eini roynd at niðurgerða hann:

“Tað mest skemtiliga við myndini er annars, at Heðin spyr sín egna Gepetto - lívæðrina ÓJR - um fingurin peikar nóg væl upp í móti forðingarskeltinum”. ÓJR er Óla Jákup Rólantsson, søldfirðingur, ið arbeiðir sum miðlaráðgevi á stjórnarskrivstovuni hjá Tórshavnar kommunu.

- Heðin ikki sørt ósmæðin
Seinni í gjár varð enn ein mynd av Heðini Mortensen send út. Hesaferð saman við Helga Abrahamsen, landsstýrismanni, og snúði seg um eina avtalu, sum Føroya Kommunufelag og Vinnumálaráðið hava gjørt um at kanna óljóð frá skipum frá føroyskum havnum.

Heðin Mortensen er formaður í Kommunufelagnum, meðan Tórbjørn Jacobsen er næstformaður.

Eisini her fer Tórbjørn Jacobsen beint eftir lyndinum ella muruni – karakterinum – hjá Heðini Mortensen:

“Havi ikki sæð hann (Heðin Mortensen, -red.) yvirhøvur í drúgva arbeiðnum hesum viðvíkjandi, sum greinin annars snýr seg um. Hann eigur hvørki deil ella lut í processini og úrslitinum millum partarnar. Ikki sørt ósmæðið. Okkara vegna hevur Bárður Michelsen (verkfrøðingur hjá Tórshavnar havn, -red.) gjørt stóra partin av verkinum og Jónsvein (Lamhauge, stjóri í Tórshavnar havn, -red), Eyðun (Christiansen, skrivari í Kommunufelagnum, -red.) og eg eiga tað sum eftir er”. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder