Í Fraklandi eru tey opin fyri alt fyri eitt at bjóða Ukraina at gerast partur av verjusamgonguni Nato.
Tað sigur franski uttanríkismálaráðharrin, Jean-Noel Barrot undir vitjan í kraina í dag.
– Viðvíkjandi innbjóðingini til Ukraina um at gerast limur í Nato, eru vit opin fyri tí. Tað er nakað, vit umrøða við okkara sameindu, sigur hann sambært Ritzau.
Fyrr í dag segði russiska uttanríkismálaráðið, at ukrainskur Nato-limaskapur hevði gjørt tað ógjørligt fyri partarnar at fáa eina diplomatiska loysn viðvíkjandi krígnum millum londini.
Herfyri vitjaði ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj í Brússel, har hann á toppfundi greiddi frá sínari sonevndu sigursætlan.
Ætlanin inniber m.a., at Ukraina uttan fleiri treytir gerst limur í Nato, eftir at kríggið er av.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald