Legendariski amerikanski royndarflogskiparin, Chuck Yeager, er deyður, 97 ára gamal. Tað upplýsti kona hansara í nátt, okkara tíð.
- Tað er við stórari sorg, at eg beri boðini um, at mín lívs kærleiki, Chuck Yeager, generalur, doyði stutt fyri klokkan 21.00 Eastern Time, skrivaði Victoria Yeager á Twitter.
Chuck Yeager var kendur bæði í og uttan fyri USA fyri at vera fyrsti flogskiparin, sum breyt ljóðmúrin, í serliga flogfarinum Bell X-1 í 1947.
Eitt flogfar brýtur múrin tá tað flýgur umleið 1.000 kilometrar um tíman harvið flýgur skjótari enn ljóðið ferðast. Tá ljóðar eitt hart brak á jørðini.
Við at bróta ljóðmúrin var hann eisini við til at slóða fyri amerikanska rúmdarævintýrinum.
Chuck Yeager við flogfarinum "Glamorous Glennis” (Mynd: Wikipedia)
Serliga flogfarið, sum Yeager brúkti til at bróta ljóðmúrin við í 1947, varð rópt “Glamorous Glennis” eftir fyrstu konu Yeagers.
Tað var eyðkent fyri sítt kúputa skap við stuttum veingjum og serliga spíssi.
Charles Elwood Yeager varð føddur í West Virginia í 1923. Hann var enn ungur, tá hann í 1943 varð útbúgvin flogskipari hjá amerikansku loftverjuni og sendur til Evropa at stríðast í øðrum heimsbardaga.
Hann gjørdist gitin sum dugnaligur flogskipari og stríðsmaður, trúgvur móti heimlandi sínum. Tá flogfar hansara varð skotið niður yvir Fraklandi í 1944, og Yeager yvirlivdi uttan at verða fangaður, skundaði hann sær at bjóða seg at fara í tænastu aftur.
Eftir kríggið helt hann fram í loftverjuni, og gjørdist royndarflogskipari. Her setti hann fleiri met í samband við ferð og hædd – ikki bert tá hann breyt ljóðmúrin.
Frá 1955 varð hann útsendur sum flogskipari í eitt nú Týsklandi og Fraklandi.
Hann gavst í flogvápninum í 1975 – eftir at hava útbúgvið nakrar av fyrstu rúmdarmonnunum hjá USA – fyri at fara í privata vinnu.
Hansara roysni eru lýst í skaldsøguni “The Right Stuff” hjá Tom Wolfe (“Kold Marv” á donskum), sum seinni varð filmað til filmin av sama navni, men sum fekk heitið “Mænd af rette støbning” á donskum.
Onki verður sagt um orsøkin til at 97 ára gamli Chuck Yeager doyði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald