Uttanlands

Orbán vitjar í Kyiv

Ungarn hevur nú yvirtikið formansskapin í ES

Viktor Orbán og ES-forsetin, Charles Michel (t.h.) í Brússel í gjár (Mynd: EPA)

Viktor Orbán og ES-forsetin, Charles Michel (t.h.) í Brússel í gjár (Mynd: EPA)

2024-07-02 08:54 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Spurningurin um hvussu friður kann fáast í lag í Ukraina er á dagsskránni í dag, nú ungarski forsætisráðharrin Viktor Orbán kemur á vitjan í Kyiv og skal hitta ukrainska forsetan, Volodymyr Zelenskij.

Orbán skuldi koma til ukrainska høvuðsstaðin um 8 tíðina í morgun, lokala tíð, upplýsti eitt talsfólk hjá forsætisráðharranum fyri Reuters.

Hetta er fyrsta vitjanin hjá ungarska forsætisráðharranum í Ukraina síðan russisku innrásina í landið í 2022.

Umframt at tosa um frið, skulu Orbán og Zelenskyj eisini viðgera innanhýsis viðurskifti millum tey bæði grannalondini.

Vitjanin hendir dagin eftir, at Ungarn tók yvir formansskapin í ES.

Orbán hevur fyrr ofta staðið einsamallur móti hinum ES-leiðarunum í málum og samráðingum, eitt nú um stuðul til Ukraina.

Ungarn er tættasti sameindi hjá Russlandi í ES. Ungarn hevur, bæði í ES- og í Nato-samanhangi mælt frá at lata vápn til Ukraina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder