Ein flýggjan undan fortíðini, afturfunnin ungdómskærleiki og savnsverk við skaldskaparligu tekstunum hjá Jóannesi Patursson.
Sprotin skipar aftur fyri Orð&Tónum í Reinsarínum í morgin, hóskvøldið 22. oktober.
Elin Michelsen gevur út nýggja skaldsøgu, um kvinnu, sum rennur undan fortíðini og flytir til Havnar at arbeiða sum barrvørður. Hon livir eitt varligt lív, inntil ein bardagi í barrini broytir alt. Bókin eitur Okkurt gott úr barrini.
Solby Christiansdóttir prátar við Elina Michelsen.
Nerting er íslendsk skaldsøga eftir Ólaf Jóhann Ólafsson. Høvuðspersónurin er ein
matstovueigari í Reykjavík, sum undir koronufarsóttini fær eini sms-boð frá einari japanskari kvinnu, hann elskaði fyri áratíggjum síðani. Søgugongdin fer fram í Reykjavík og Tokyo nú á døgum og í London í sjeytiárunum. Þóra Þóroddsdóttir og Martin Næs týddu.
Hans Jacob Kollslíð prátar við Martin Næs.
Nú tørvast skaldaljóð er savnsverk við øllum skaldskaparligu tekstunum eftir Jóannesi Patursson frá januar 1888 til juni 1946. Turið Sigurðardóttir hevur ritstjórnað og skrivað inngang um skaldið.
Uni Holm Johannesen prátar við Turið Sigurðardóttir um hetta stóra skaldaverkið.
Eisini verður kór, ið Sunleif Rasmussen stjórnar, at hoyra.
Tiltakið í Reinsarínum byrjar klokkan 20 tann 22. oktober.
Sprotin
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald