Nú verður tiltakið Orð & Tónar tikið uppaftur. Eitt tiltak, sum Reinsaríið í Havn skipaði fyri í mong ár saman við forlagnum Sprotanum.
Eitt hóskvøld um mánaðin við práti um bøkur saman við góðum tónleiki. Uni Holm Johannesen, Hans Jacob Kollslíð og Jonhard Mikkelsen skipa kvøldini henda veturin.
Tann stóra lívæðrin, ótespiliga katólska vaskaríið og eitt russiskt skarnsvætti verða á skránni á fyrsta tiltakinum í hesum umfari, sum verður hósdagin 20. august klokkan 20.
Magnus Gaard, stjóri á Miðnámi í Vestmanna, hevur skrivað bók, sum nevnist ‘Trækrúnulívæðrin'. Hon bregdar saman lívfrøði, vistfrøði, humanismu og menniskjaligan hugburð til lívsins og náttúrunar margfeldi.
Sjúrður Hammer og Magnus Gaard – báðir lívfrøðingar – práta um hesi evni, sum eru teimum so umráðandi.
Magdalenuvaskaríini hjá katólsku kirkjuni í Írlandi hava verið avdúkað fyri at fjala veruleikan handan múrarnar. Vaskaríini vóru heim fyri ungar gentur, sum vóru vorðnar við barn og tí duttu niðurímillum forfjónaðar. Katólska kirkjan segðist taka sær av teimum, men veruleikin var lítið tespiligur.
Uni Holm Johannesen og Bergljót av Skarði, sum týddi bókina, práta um ‘Av tí smærra slagnum’ eftir Claire Keegan.
‘Krígsharrin í Kreml’ er bók um, hvussu Putin syndraði russisku grundlógina og evnaði nýggja Russland til saman við sínum stórríkmonnum. Bókin snýr seg um fólkaræðiligu afturstigini, men eisini um styrkina í fólkaræðinum – sum Putin í hesum døgum ímóti sínum vilja lærir í Ukraina.
Hans Jacob Kollslíð tosar við Bjarna Djurholm, sum týddi bókina.
Bjarki Virgarson Trondesen stendur fyri tónleikinum hetta kvøldið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald