(Vit hava fyrr skrivað, at tiltakið verður mikukvøld. Tað er ikki rætt. Orð og Tónar er hóskvøldið 27. ferbruar kl. 20)
Hóskvøldið skipar forlagið Sprotin aftur fyri Orð og tónum í Reinsarínum í Tórsgøtu í Havn.
Tríggjar bøkur verða lagdar fram, og høvundurin at tí eini - Bárður á Lakjuni – stendur fyri tónleikinum.
Katrin D. Apol letur úr hondum dagbókina ”Fjallafólk á flatlendi”. Omman, Sanna, var ættað úr Norðradali og giftist til Hollands. Tey búðu í Hollandi í útvið tvey ár, og hetta tíðarskeiðið skrivaði Sanna dagbók, sum verður partur av serstøku lívssøguni hjá føroyskari kvinnu fyri næstan 100 árum síðani.
Dorit Hansen tosar við Katrin um dagbókina hjá ommuni.
Onnur bókin er ”1984” hjá George Orwell, sum nú kemur út á føroyskum. Knút Olsen týddi.
Í 1984 hava kríggj og kollveltingar skatt alla vanliga mentan. Flokkurin og hin løgni Big Brother hava ræðið. Teleskíggjar, ið bæði síggja og hoyra alt og øll avdúka tey, ið ikki halda floksins ásettu reglur, og tað kann sanniliga kosta dýrt.
Arbeiðið hjá Winston Smith er at umskriva søguligar frásagnir, so at tær passa tí, sum annars fer fram í hesum løgna stýrislagi. Tey, ið ikki eru hóskandi at vera í Flokkinum, gerast sokallaðir ópersónar og hvørva bara, og alt, ið teimum viðvíkur, hvørvur eisini. Tað hevur ongantíð verið til – tey sjálv heldur ikki
Andrias Eriksen og Ingi Wiberg fara at tosa um bókina, sum var givin út í 1949, men ongantíð hevur verið aktuellari enn nú.
Triðja bókin er samansett verk - tríggjar listagreinir sjóðaðar saman í eina heild. Eitt myndprýtt yrkingasavn við fløgu, ”Lívsins dansur”.
Bárður á Lakjuni hevur yrkt tekstirnar og gjørt løgini. Sámal Toftanes, listamálari, prýðir savnið við myndum, ið lýsa innihaldið í tekstunum. Niclas Johannesen framleiðir tónleikaliga partin saman við Bárði, og skaptar verða ljóðmyndir, ið lýsa huglagið í ymisku tekstunum.
Fleiri av yrkingunum í savninum hava hesi temu: kærleika, trúgv, vón og forgeingiligleika. Hugleitt verður sum heild um tað veika, viðbrekna og følna, men eisini hvussu dýrabært og vakurt lívið kann vera og er.
Martin Joensen fer at tosa við Bárð á Lakjuni um nýggjasta avrikið.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald