Uttanlands

Orðaskifti millum Biden og Trump kann ikki útilokast

Trump heldur, at hann og Biden eiga at skifta orð um "evni, sum eru avgerandi fyri USA", og Biden vil ikki útiloka eitt orðaskifti

Í 2020 vóru tvey orðaskifti millum Trump og Biden (Mynd: EPA)

Í 2020 vóru tvey orðaskifti millum Trump og Biden (Mynd: EPA)

2024-03-10 14:38 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eitt orðaskifti millum núverandi amerikanska forsetan, Joe Biden og fyrrverandi amerikanska forsetan Donald Trump kann ikki útilokast.

Tað segði núverandi forsetin, Joe Biden í vikuni sambært tíðindastovuni Reuters.

Í dagføring á Truth Social, sosiala miðlinum hjá Donald Trump, segði fyrrverandi forsetin, at hann og Biden eiga at skifta orð um " evni, sum eru so avgerandi fyri USA og amerikanarar".

Biden sigur, at tað veldst um atburðin hjá Trump.

Vanligt eru trý orðaskifti millum forsetavalevni í einum valári. Á seinasta forsetavali í 2020 vóru tvey orðaskifti millum Trump og Biden, meðan tað triðja varð avlýst, skrivar Ritzau.

Líkt er til, at tað aftur eru Trump og Biden, sum, eins og fyri fýra árum síðani, skulu stríðast um fýra ár afturat í Hvítu Húsunum. Mikudagin tók seinasta republikanska mótvalevnið hjá Trump, Nikki Haley, seg úr valstríðnum, men enn eru fleiri undanval eftir.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder