Innanlands

Orðaskifti um føroyskt mannarættindaráð

Amnesty skipar fyri almennum kjakfundi í Perluni í annaðkvøld

2025-04-28 18:50 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í 2016 lat táverandi landsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, eitt tilmæli um eitt føroyskt mannarættindaráð gera. Eftir at tilmælið varð handað í 2017, hevur ikki verið nógv at hoyrt um tað ella um ein føroyskan mannarættindastovn.

Í Amnesty halda tey, at tað er upp á tíðina, at finna tilmælið fram aftur og fáa mannarættindaráðið aftur á dagsskrá. Tí setur felagsskapurin evnið á skrá á tiltaki týskvøldið við framløgu og politiskum orðaskifti.

Margretha Nónklett var forkvinna í arbeiðsbólkinum, sum gjørdi tilmælið, og á tiltakinum fer hon at greiða frá endamálunum við mannarættindaráðum, hvussu slík ráð kunnu skipast og hvørjir boð arbeiðsbólkurin hevði uppá, hvussu eitt føroyskt mannarættindaráð kundi skipast.

Aftaná framløguna skifta Bjarni K. Petersensen, landsstýrismaður við lógarmálum, Hervør Pálsdóttir, forkvinna í rættarnevndini, og Helgi Abrahamsen, næstformaður í rættarnevndini, orð um mannarættindaráð, avleiðingarnar av at vit ikki hava eitt slíkt ráð og hvørt vit áttu at arbeiða fyri at fingið eitt.

Titakið, sum er alment og ókeypis, verður í Perluni í Havn týskvøldið 29. apríl kl. 20.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder