Forvitnisligt orðaskifti um íløgur við Ben Arabo, Ragnheiði Magnúsdóttur og Peter Sandberg verður á altjóða tøkniráðstevnuni Tonik, sum verður í Silo í Sjóvinnuhúsinum í Havn fríggjadagin 3. mai.
Tonik ráðstevnan er fyri vinnuna og øll, sum eru áhugað í nýskapandi tøkni og íverksetan. 25 fyrilestrarhaldarar úr londum kring allan knøttin fara at hava framløgur og orðaskifti á trimum pallum um nýggjastu kósirnar innan tøkni, nýskapan, íverksetan og leiðslu.
Eitt av hesum orðaskiftunum fer at snúgva seg um íløgur, og hvat íleggjarar hyggja eftir, tá ið teir gera íløgur í fyritøkur. Vertur fyri orðaskiftinum verður Emil Brydensholt frá fyritøkuni Canute, hvørs endamál er at hjálpa norðurlendskum startups ella byrjanarfyritøkum at vaksa frá heimamarknað til altjóða marknaðin.
Luttakarar í pallborðorðaskiftinum vera:
Ben Arabo, stjóri í Framtak, sum ger íløgur í føroyskt vinnulív við at seta partapening í og við at veita ábyrgdarlán til nýggjar og eldri føroyskar fyritøkur.
Ragnheiður Magnúsdóttir, ein av stovnarunum av íløgufelagnum Nordic Ignite, sum ger íløgur í byrjunarfyritøkur í Norðurlondum og Baltisku londunum.
Peter Sandberg, ein av stovnarunum í Nordic Secondary Fund, sum ger íløgur í búnar fyritøkur í Norðurlondum og Baltisku londunum.
Ben, Ragnheiður og Peter fara við ítøkiligum dømum og egnum søgum at greiða frá og skifta orð um, hvat íleggjarar hyggja eftir tá ið teir gera íløgur í fyritøkur.
Tað eru Hugskotið, Vinnuframi, Íverksetarahúsið, Framtak og Uttanríkis- og Vinnumálaráðið, sum skipa fyri Tonik ráðstevnuni.
Emil Bdydenshollt frá fyritøkuni Canute ervertur fyri orðaskiftinum
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald