Uttanlands

Örebro: Brotsmaðurin skeyt helst seg sjálvan

Viðkomandi er millum tey ellivu, sum higartil eru deyð orsakað av skottilburðinum á svenska skúlanum - tvey eru framvegis innløgd á vøkudeild, og Svøríki syrgir

Svenska flaggið á hálvari stong í Stokkhólmi í dag. Soleiðis er ymsastaðni í Svøríki, og ein savnað tøgn í ein minutt verður eisini sett í lag til minnis fyri teimum deyðu í skúlaskjótingini (Mynd: EPA)

Svenska flaggið á hálvari stong í Stokkhólmi í dag. Soleiðis er ymsastaðni í Svøríki, og ein savnað tøgn í ein minutt verður eisini sett í lag til minnis fyri teimum deyðu í skúlaskjótingini (Mynd: EPA)

2025-02-05 12:18 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Týsdagin 4. februar 2025 var ein sorgardagur í Svøríki, tá størsta skúla- og hópskjóting í svenskari søgu fór fram. Hetta var á einum skúla í býnum Örebro.

Samanlagt ellivu fólk lótu lív í skottilburðinum. Á tíðindafundi fyrrpartin varð upplýst, at seks fólk framvegis eru innløgd við skaðum. Tvey eru á vøkudeild (á intensiv)

Roberto Eid Forest, løgregluovasti í Örebro, upplýsti á tíðindafundinum, at brotsmaðurin er millum tey ellivu deyðu.

Alt bendir á, at illgerðarmaðurin hevur skotið seg sjálvan, eftir at hann hevði skotið frá hond og tikið ósek lív.

Ongar nærri upplýsingar eru almannakunngjørdir um drápsmannin, sum varð funnin deyður, tá løgreglan kom. Hann var ikki kendur hjá løgregluni frammanundan.

Løgreglan er tó í gongd við at kanna allar umstøður kring viðkomandi; eisini um har møguliga vóru onnur við at leggja hetta til rættis. Talan er um eina inntensa kanning, og løgreglan heitir á fólk, sum hava upplýsingar ella millum annað videotilfar um at venda sær til sín.

Ikki øll lík eru eyðmerkt eftir hendingina. Roberto Eid Forest greiddi eisini frá, at tað tók heldur langa tíð at upplýsa deyðstøl og annað, tí at talan er um ein stóran skúla við nógvum stórum rúmum.

Sorg í Svøríki

Ulf Kristersson fer at dagføra leiðararnar í politisku flokkunum í morgin. Hann mælir til, at fólk flagga við hálvari stong. Forsætisráðharrin fer seinnapartin at vitja Örebro saman við løgmaálaráðharranum. Teir skulu millum annað luttaka í einari minnisguðstænastu.

Svensku kongshjúnini fara eisini til býin, sum er raktur av skelki. Tey skulu eisini vitja S:t Nicolai kirkjuna miðskeiðis í býnum fyri at vísa sína virðing. 

Tøgn í ein minutt verður yvir alt landið seinni í dag ella í morgin. Í danska fólkatinginum byrjaði tingufundurin fyri løtu síðani við tøgn í ein minutt, og fyri at vísa virðing fyri teimum deyðu í Örebro eru ætlaðir flaggdagir í Danmark næstu dagarnir


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder