Mentan

Ørgrynna av tónleikaupplivingum í Mentanarvikuni

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er karmur um eina ørgrynnu av tónleikaupplivingum í næstu viku

2019-04-18 10:59 Author image
Tíðindaskriv

Mentanarvikan í Runavíkar kommunu er karmur um eina ørgrynnu av tónleikaupplivingum í næstu viku.

Okkurt er til hvørt oyra. Bólkar og einstaklingar umboðandi allar greinar innan tónleikaheimin verða at hoyra hesar dagarnar. Og hølini fevna frá Løkshøll til kirkjur, kampingplass, handlar og stovur.

Størsti pallurin í økinum, Løkshøll, skipar fyri stórfingnum konsertum í vikuskiftinum. Fríggjakvøldið 26. apríl verða bólkarnir VSJ og Beinir at hoyra í Løkshøll, og leygarkvøldið 27. apríl trínir danski superbólkurin TV-2 á pallin í Løkshøll.

Tó er hópin av øðrum tónleikaframførslur alla vikuna á ymsum hølum og ymsum bygdum í kommununi.

Undir setanini í Skótahúsinum við Løkin annan páskadag framføra Jassarnir og Allan Tausen og Edith Dahl Jakobsen. Seinni sama dag verður fernisering við tónleikaframførslu við Marionnu og Ragnar Finnsson í hølunum hjá Visit Runavík. Kári Sverrisson framførir í samband við tiltakið "Skonnartin Kongshavn" í estetiska salinum í Bylgjuni.

Týsdagin 23. apríl er morgunsangur í Skála skúla. Eisini framføra Elsa Maria Dam og floytunæmingar úr Nes Sóknar Musikkskúla í samband við søguløtuna við Rakel Helmsdal á Bókasavninum við Løkin. Countrykongurin, Hallur Joensen, framførur á kampingøkinum í Æðuvík, og Hanus G. Johansen spælir í samband við ferniseringina av myndlistaframsýningini "Ljós og litir" á Bókasavninum við Løkin. Lena Anderssen framførir eina stovuknsert í Glyvralon og Uni Debess spælir  í samband við tiltakið "Three Days of Peace and Music" á bókasavninum við Løkin.

Klavernæmingar hjá Tóra Restorff Jacobsen framføra mikudagin 24. apríl í samband við fyrilesturin hjá Turið Sigurðardóttir, "Magi og modernitet", í skúlanum í Oyndarfirði.

Hósdagin 25. apríl, flaggdagin, framførir Hans Andrias í á Bókasavninum við Løkin í samband við bókaframløguna av "Ikki fyrr enn tá" hjá Oddfríður M. Rasmussen. Bólkurin Dubium hevur forkunnuga stovukonsert í Rituvík í Rituvík. Og Martin Joensen hevur stovukonsert í Glyvralon á Glyvrum. Nes Sóknar Musikkskúli skipar fyri orkesturkonsert í Glyvra kirkju.

Jens Marni hevur útikonsert á balkongini hjá Betri í Saltangará fríggjadagin 26. apríl. TOS hevur tónleikaframførslu í Bank Nordik í Saltangará. Bólkarnir VSJ og Beinir eru at hoyra í Løkshøll, og Signar í Homrum framførir á MC Barr í Saltangará.

Leygardagin 27. apríl hevur Gwendolyn Philbrow eina tónleikaframførslu í kirkjuni í Elduvík, hetta er beint undan framløguni hjá Ann Ellefsen, lektara, um skaldið og listamannin William Heinesen, sum verður sama stað. Og eftir framløguna framførir Marius Ziska í kirkjuni. Jassarnir spæla í Berglon í Saltangará. Danski bólkurin TV-2 framførir í Løkshøll, og Jens Marni spælir í MC Barr.

Sunnudagin 28. apríl er Løkshøll karmur um operasøgnina "Vølvunnar dómur". Útgávukonsert er í Løkshøll við Kára Sverrisyni og Hans Jacob Kollslíð v/ bólki í samband við útgávuna "Við Eystanduni".

- Visit Runavík

placeholder
placeholder