Í sambandi við at Urguleikarafelagið skipar fyri skeiði fyri organistar í komandi viku, fer urguleikarin Mikkel Andreasen at hava eina konsert í Havnar kirkju sunnudagin klokkan 16.
Mikkel hevur útbúgving frá Musikkonservatoriinum í Esbjerg og arbeiðir sum organistur í Vor Frelsers kirke í Esbjerg. Mikkel fer at spæla orgulverkið “Hjerting orgelbog”, sum hann sjálvur hevur skrivað.
Tónleikurin tekur útgangsstøði í serstøka altarprýðinum í býarpartskirkjuni í Hjerting í Esbjerg.
Tað er listamaðurin Robert Jacobsen - eisini kallaður “Store Robert” - sum hevur gjørt altarprýðið í kirkjuni. Robert var upprunaliga smiðjur, og bíbilsku figurarnir, sum hanga á altarvegginum eru av rustaðum jarni. Jarnið hann hevur funnið niðri á kajuni í Esbjerg - partar av gomlum motorum, boyum og øðrum burturkasti kann kennast aftur í figurunum.
Figurarnir eru partvís klæddir við blaðgulli og symbolikkurin við rustaða jarninum pyntaður við blaðgullið er eyðsýndur.
Í tónleikunum viðger Mikkel nakrar av teim mongu figurunum og tulkar útsjónd og tað sum teir siga honum.
Fyri at kunna fylgja við í tónleikunum fáa áhoyrarnir programheftið við myndum og frágreiðing um tónleikin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald