Mentan

Ørkin skal hava nýggjan leiðara

Leiðarin seinastu trý árini, Barbara H. Jensen, ynskir at venda aftur til Føroya

Barbara Hannudóttir Jensen og maðurin Sólbjørn Jensen

Barbara Hannudóttir Jensen og maðurin Sólbjørn Jensen

2023-09-14 19:06 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Sjómansheimið Ørkin í Reykjavík skal hava nýggjan leiðara. Hetta skrivar Trúboðin á heimasíðuni.

Barbara H. Jensen tók við starvinum fyri gott trimum árum síðani, men hon og maðurin ynskja nú at venda aftur til Føroya.

Starvið hevur verið spennandi, avbjóðandi og gevandi, og er hon fegin fyri tíðina, sum hevur givið fleiri góðar løtur og upplivingar, Skrivar Trúboðin.

Nevnt verður eisini at ein umvælingar eru gjørdar á Ørkini seinastu árini við at fyrsti triðingurin av vindeygunum eru skift. Restin verður skift komandi vár og tá skulu eisini dagføringar gerast innan.

[object Object](Mynd: Sjómansmissiónin)

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder