Uttanlands

Orknoyggjar skulu taka støðu til loysing

Í morgin fara politikarar á Orknoyggjum at viðgera eitt uppskot um "alternativar stjórnarskipanir"

(Mynd: BBC)

(Mynd: BBC)

2023-07-03 11:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Týsdagin skulu Orknoyggjar taka støðu til, um oyggjarnar framhaldandi skulu hoyra undir Skotlandi.

Tá skulu politkarar viðgera eitt uppskot um "alternativar stjórnarskipanir".

Spurningurin er, um oyggjarnar framvegis skulu hoyra undir Skotlandi, um tær skulu verða sjálvstøðugar, ella um tær skulu gerast eitt sjálvstýrandi øki undir norsku krúnuni.

– Vit ynska tað besta útgangsstøðið fyri framtíðarættarlið og okkara pláss í heiminum, sigur James Stockan, leiðari fyri lokala økisráðið, Orkney Islands Council, sambært bretskum miðlum.

Hann sigur, at íbúgvar eru ónøgdir við at hoyra undir Skotlandi og harvið Stórabretlandi.

– Vit stríðast veruliga í løtuni.

M.a. hava oyggjarnar tørv á at útskifta allan ferjuflotan, sum bindur oyggjarnar saman, og samstundis fáa tær ikki tann sama stuðulin sum onnur øki til at halda ferjuprísinum niðri.

Stockan heldur, at tey skulu hyggja nærri at øðrum oyggjasamfeløgum sum eitt nú Isle og Man, Falklandsoyggjarnar og Føroyar.

Gott 22.000 fólk búgva í Orknoyggjum. Oyggjarnar hava verið undir Skotlandi síðan 1472. Áðrenn hetta hoyrdu tær undir norsku og donsku krúnuni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder