Uttanlands

Orkuverk á Krim rakt í dronuálopi

Skaðin er tó ikki so umfatandi, upplýsa russisku myndugleikarnir á hálvoynni

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2022-10-27 10:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt orkuverk á russiskt hersettu hálvoynni Krim hevur í nátt verið mál fyri einum dronuálopi.

Tað upplýsa russisku myndugleikarnir á Krim hálvoynni, sambært Ritzau. Upplýst verður, at orkuverkið tó ikki hevur fingið álvarsligan skaða.

Tað var orkuverkið í Balaklava, ið varð rakt, sigur russiskt vinarligi guvernørurin, Mikhail Rasvosjajev sambært boðtænastuni Telegram.

- Umformarin – transformatorurin – fekk smærri skaðar. Men ongi fólk vórðu rakt, skrivar hann.

Álopið á orkuverkið á Krim kemur eftir at fleiri álop hava verið ímóti orkuverkum og orkuskipanum ymsa staðni í Ukraina. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder