Stóra orsøkin til, at Fólkaflokkurin missir veljarar eru innanhýsis trupulleikar í flokkinum og leiðslan í flokkinum. Tað kemur fram í veljarakanningini, sum Spyr.fo gjørdi fyri Portal.fo og Blaðið Vikuskifti týsdagin, dagin eftir nógva dramatikkin í løgtinginum tá málið um sammøður endaliga varð samtykt.
Les eisini: Veljarin revsar Fólkaflokkin
Les eisini: Halda at løgmaður eigur at útskriva val
Veljarar sum søgdu seg velja Fólkaflokkin á valinum í 2019, men sum nú høvdu valt ein annan flokk, vóru spurdir um orsøkir til skiftið.
Her svaraðu 41 prosent at innanhýsis trupulleikar í flokkinum var trupulleikin meðan 37 prosent svaraðu, at leiðslan í flokkinum var orsøkin til, at tey høvdu skift flokk. Tað var bara Annika Olsen sum atkvøddi fyri málinum um sammøður, men okkurt bendir á at nakrir av veljarum ynskja eitt meiri litríkt samfelag. Í øllum førum eru tað 29 prosent sum svara, at flokkurin er ov konservativur, og tí hava tey valt annan flokk.
Sama spurning fingu tey sum vóru sambandsveljarar í 2019, men sum nú høvdu sett krossin við annan flokk. Her er tað eisini innanhýsis trupulleikarnir í flokkinum, sum fáa fólk at broyta meining, men ikki í líka stóran mun sum hjá hinum stóra samgonguflokkinum.
33 prosent siga innanhýsis trupulleikar í flokkinum verða orsøkin og 28 prosent halda leiðsluna í flokkinum verða ein trupulleika og ein fjórðingur svarar at flokkurin er ov konservativur.
Hví velur tú ikki Fólkaflokkin í dag?
Innanhýsis trupulleikar í flokkinum (41 prosent)
Leiðslan í flokkinum (37 prosent)
Flokkurin er ov konservativur (29 prosent)
Hví velur tú ikki Sambandsflokkin í dag?
Innanhýsis trupulleikar í flokkinum (33 prosent)
Leiðslan í flokkinum (28 prosent)
Flokkurin er ov konservativur (25 prosent)
Sí eisini: Barometrið: Síggj allar veljarakanningarnar síðani valið
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald