Ósáin rennur beint undir fólkaskúlanum í Klaksvík og framvið millum annað Norðoyða Sparikassa.
Tá tveir fólkaskúlar vóru í býnum hevði tann niðari navnið "Skúlin við Ósánna". Áin er ikki beinleiðis kend fyri at vera rein, men hetta skal fáast í rætt lag nú.
- Klaksvíkar býráð setir hvørt ár pening av til dagføring av spillvatnsskipanini í kommununi. Arbeiðið er nú komið til eitt øki í miðbýnum, og við hesum verða seinastu húsini fram við Ósánni eisini tikin við í skipanina.
Heimasíðan klaksvík.fo skrivar, at avtala er gjørd við Kanjon um dagføring av kloakkrørum kring Skúlatrøð, Prestveg og ein part av Biskupsstøðgøtu. Arbeiðið er deilt í tvær verkætlanir, nevniliga niðara økið á Ziskatrøð og ovara økið á Ziskatrøð
Verkætlanirnar kosta tilsamans 3,8 milliónir krónur, upplýsir Klaksvíkar kommuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald