2026-08-30 10:00
Meirilutin av íslendingum er ímóti at taka uppaftur samráðingar um ES-limaskap.
Tað vísir endaliga úrslitið eftir fólkaatkvøðuna í gjár.
Fyrr í morgun vísti fyribils úrslitið at 52,5 prosent eru ímóti, meðan 47,5 prosent eru fyri.
Nú øll seks valdømi eru tald upp, vísir úrslitið, at 47,2 prosent atkvøddu fyri, meðan 52,8 prosent atkvøddu ímóti.
270.000 íslendingar høvdu valrætt í gjár. Vallutøkan var 82, 5 prosent, sum er tann hægsta síðan tjóðartingsvalið í 2009.
Dagførd kl. 10.52
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald