Mentan

Oscar-vinnarin verður aftur at síggja í hesi vikuni

Havnar Bio hevur suðurkoreanska Parasita á plakatini í vikuskiftinum

2020-02-10 13:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Sera óvæntað var tað ein suðurkoreanskur filmur, Parasite, sum varð kosin til ársins film tá amerikanski filmsídnaðurin í nátt handaði Oscar-virðislønignar.

Hetta var fyrstu ferð, at ein filmur, har tað ikki verður tosað enskt, vann Oscar fyri besta film yvirhøvur.

Føroyingar høvdu høvi at síggja filmin í síðstu viku, tá Filmsfelagið hevði hann á skránni.

Les eisini: Suðurkoreanskur filmur skrivaði søgu

Men nú er møguleiki hjá øllum øðrum at síggja hann eisini.

Havnar Bio boðar í dag frá, at filmurin verður aftur at síggja í stóra filmssalinum við Tinghúsvegin hóskvøldið, fríggjakvøldið, leygarkvøldið og sunnukvøldið.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder