![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Academy Awards vórðu í nátt handaði á 92. sinni í Dolby Theathre í Hollywood, Los Angeles. Oscar-kvløldið er tað størsta, tá tað snýr seg um virðslønir fyri filmslist.
Heiðurin fyri besta film fekk Parasite. Suðurkoreanski drama/clack comedy-filmurin hevur fingið nógv rós síðani Cannes-festivalin, men tað var tó óvæntað, at hann vann frammanfyri "1917". Filmurin snýr seg um eina fátæka famliju, ið roynir at snýta seg inn til eina ríka familju. Tosað verður á suðurkoreanskum, og tað er ongantíð komið fyri áður, at ein filmur, ið ikki er á enskum vinnur stóra heiðurin. BangJoon Ho vann eisini heiðurin fyri leikstjórnan, handritið varð eisini heiðrað sum tað besta í 2019, og sjálvandi varð Parasite eisini kosin ársins altjóða filmur, ið ikki er á enskum.
Joker var filmurin við flest tilnevningum (11), men vann bert tveir heiðrar. Annar var fyri besta uppruna tónleikin, og tað var íslendska tónaskaldið Hildur Guðnadóttir, ið hevði gjørt hann. 37-ára gamli cello-leikarin gjørdist fjórða kvinnan nakrantíð til at vinna hendan heiðurin. Hildur Guðnadóttir hevur áður vunnið eina Emmy og eina Grammy fyri hennara tónleik í HBO-røðini Chernobyl. Joaquin Phoenix vann ikki óvæntað heitið sum besti mannligi sjónleikari - hann vann eisini eina BAFTA fyri avrikið í Joker. Hjá kvinnum var tað Renée Zellweger, ið streyk avstað við tí. Hon hevði høvuðsleiklutin í Judy.
Joaquin Phoenix, Renée Zellweger og Brad Pitt (Mynd: EPA)
Heiðurin fyri hjáleiklutirnir fóru til Laura Dern (Marriage Story) og til Brad Pitt (Once Upon A Time...In Hollywood), ið loksins vann eina Oscar sum sjónleikari. Í 2014 vann 12 Years a Slave heiðurin sum besti filmur. Brad Pitt spældi við har, men nú 56-ára gamli sjónleikarin hevði tá størri leiklut sum framleiðari.
Hetta var annað árið á rað, at eingin vertur var til Oscar. Eminem hevði eina óvæntaða gestaframførslu, har hann fekk lív í salin við eyðkenda "Lose Yourself". Fyri 17 árum síðani vann tann sangurin heiðurin fyri besta upprunaliga sang í einum filmi. 8 Mile snúði seg um lívið Eminem, Marshall Matters, men hann møtti ikki upp til handanina. Matters segði í nátt, at nú var tíð uppá, at hann møtti upp.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald