Uttanlands

Ósekur og fongslaður í yvir 48 ár

Rættur í USA hevur nú staðfest, at tað ikki var Glynn Simmons, sum drap eina kvinnu í 1974

2023-12-21 09:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

71 ára gamli Glynn Simmons drap ikki eina kvinnu í 1974.

Tað hevur ein dómari í amerikanska statinum Oklahoma staðfest, og harvið hevur maðurin sitið fongslaður í 48 ár, ein mánaða og 18 dagar fyri eitt brotsverk, sum onkur annar hevur gjørt. Tað skrivar AP tíðindastovan.

- Rætturin staðfestir, bygt á greitt og sannførandi próvtilfar, at brotsverkið, sum mr. Simmons er dømdur og fongslaður fyri, ikki er framt av mr. Simmons, verður sagt í úrskurðinum.

Glynn Simmons hevur líka síðani tann dagin, hann varð fongslaður, hildið fast við, at hann er ósekur.

Hann varð leyslagin í juli mánaða, eftir at ákæruvaldið ásannaði, at bøkur av høvuðsprógvini í málinum ikki vórðu handað hansara verjuadvokatum. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder