Ríkis- og stjórnarleiðarar í ES hava alt vikuskifti tingast um hvussu ferð skal setast á aftur búskapin í Evropa eftir koronakreppuna.
Men hóast harðar og livandi samráðingar í Brússel eru tey framvegis sera ósamd um, hvussu næsta langtíðar fíggjarætlanin og tann nýggi korona-endurreisingargrunnurin skal síggja út. Leiðararnir tingaðust til klokkan seks í morgun uttan at koma til nakra semju.
Tí hevur Charles Michel, formaður í Evropa Ráðnum, givið leiðaranum frí til klokkan 16 í dag, soleiðis at tey kunnu sova nakrar tímar og fáa greiðu á tonkunum áðrenn næstu rundu av samráðingunum.
Tað er serliga endurreisingargrunnin ósemja er um, har nakrir leiðarar ynskja at minka upphæddina, ið skal hjálpa evropeiska búskapinum í gongd aftur eftir korona kreppuna.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald