Innanlands

Ósemja um sáttmála hjá yvirtiknum starvsfólkum

Starvsfelagið fer í gerðarrættin við ósemju við Fíggjarmálaráðið viðvíkjandi starvsfólkum á Familjufyrisitingini

2021-03-25 11:33 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Starvsfelagið er nú farið í Fasta Gerðarrættin við eini ósemju millum felagið og Fíggjarmálaráðið viðvíkjandi starvsfólkunum í Familjufyrisitingini.

Starvsfelagið vísir á, at fólkini í familjufyrisitingini verða hótt við uppsøgn um tey ikki uppskot frá arbeiðsgevaranum um nýggja setan, eftir at tey vórðu yvirtikin í 2018.

Sambært felagnum sigur semingsmaðurin, við ráðgeving frá Vinnumálaráðnum, sigur seg ikki hava heimild til at finna semju í málinum, og tí hevur Starvsfelagið nú lagt málið fyri Fasta Gerðarrætt við kravi um, at Fíggjarmálaráðið viðurkennir, at Semingsstovnurin er kompetentur at royna semju.

Fyri nøkrum døgum síðani sendi Familjufyrisitingin ætlanarskriv um broytt lønar- og setanarviðurskiftir eftir boðum frá Fíggjarmálaráðnum. Starvsfólkini hava fingið tveir kostir í at velja: Antin at góðtaka at fara fleiri túsund krónur niður í løn um mánaðin ella at verða uppsøgd.

Talan er um eitt øki, sum fyrr hevur verið umsitið hjá Ríkisumboðnum, men sum í 2018 varð yvirtikið og lagt í Familjufyrisitingina.

Við í yvirtøkuni fylgdu starvsfólkini, sum hava umsitið hetta málsøkið hjá Ríkisumboðnum, og hava tey hildið fram eftir donsku sáttmálunum eftir yvirtøkuna til hesir ganga út 1. apríl í ár.

Starvsfólkini í Familjufyrisitingini hava øðrvísi lønar- og setanarkor enn tey starvsfólk, sum starvast í tilsvarandi øki undir heimastýrinum – talan er til dømis um styttri arbeiðsviku, serlig ískoyti og bonus-skipanir.

Frágreiðing frá Starvsfelagnum um málið kann lesast her    

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder