Innanlands

Óskil við knallertum í Vestmanna

Ein 15 ára gamal drongur var tikin fyri at koyra prutl uttan koyrikort

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

(Savnsmynd: Jens Kr. Vang)

2022-07-21 10:40 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Vestmenningar klagaðu í gjár um nógvu prutlini, sum larmaðu í bygdini.

Løgreglan sendi eina patrulju til Vestmannar og tók ein 15 ára gamlan drong sum koyrdi við stórum prutli.

Hann hevði hvørki koyrikort til stórt prutl ella lítið prutl, og fær tí bót. Eisini fær eigarin av prutlinum bót.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder