
Nólsoyingar eru framhaldandi ørkymlaðir um farleiðina um Nólsoyarfjørð.
Í opnum brævi til Jørgen Niclasen, landsstýrismann í samferðslumálum gera teir nú aftur vart við oyggjasambandið millum Nólsoy og Havnina.
- Reglusemið hevur verið út av lagið vánaligt. Nakrar avlýsingar hava verið púrasta óskiljandi. Til dømis sigldi hon bara tveir túrar mitt um dagin leygardagin 20. februar og tá var streymloysi, fínasta veður og fleiri smábátar á fjørðinum, stendur í brævinum og víst verður til myndirnar omanfyri.
20. februar kl. 10.07
20. februar kl. 17.31
- Vit hava gjørt vart við týdningin av okkara farleið fleiri ferð, men vit síggja ongar batar – heldur tvørturímóti. Um hesi bygdini skal vera lív lagað, so er alneyðugt at landsstýrið kemur við einari loysn beinanvegin. Vit hava størstu virðing fyri veðrinum og skilja væl, at avlýsingar kunnu koma fyri í ódnarveðri, men vit kunnu ikki taka til takkar við einari ferju, sum ikki tolir aldu og eitt sindur av vindi, verður sagt.
Spurt verður um landsstýrismaðurin arbeiðir við einari heildarætlan, og nær hendna verður liðug, og nær pengar verða settir av til nýbygging.
Brævið er undirskrivað av Anja Hartmann Wardum, Ann-Mari av Skarði og Vígdis Bjarnadóttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald