Uttanlands

Øskuskýggj yvir Indonesia

Oyggin Ruang er farin at goysa

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-04-18 07:01 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Altjóða floghavnin Sam Ratulangis í Indonesia er fyribils stongd fyri ferðslu orsaka av at øskuskýggj frá einum eldgosi gjørdi flogferðslu ótrygga í økinum. Tað upplýsa myndugleikar á staðnum tíðliga í morgun, okkara tíð.

Eldgosið Ruang, ið stingur upp úr havinum, umleið 100 kilometrar í ein landnyðring úr floghavnini, fór týsdagin at goysa, og sendi eitt øskuskýggj meira enn 1,6 kilometrar upp í loft.

Sam Ratulangis International Airport liggur í landnyðringsendanum av indonseisku oynni Sulaessi.

Eldgosið hevur eisini havt við sær, at fólk, sum búgva nærhendis, eru flutt burtur.

Indonsesiskir myndugleikar upplýstu í morgun, at tey arbeiða við at fáa flutt 11.000 fólk burtur, sum búgva á útsynningssíðuni av oynni Tangulandang, ið liggur nær við eldgosið.

Ein embætismaður á staðnum upplýsir, at fleir fólk longu eru flýggjað, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder