24. juni í ár, náttina fyri stóra pride-gongan skuldi vera í norska høvuðsstaðnum, Oslo, vóru tveir mans skotnir til deyðis av einum manni, sum kom inn á dansistaðið London Pub í Rosenkrantz’ Gata, og fór at skjóta rundan um seg við einum skotvápni. Fleiri fingu skaðar í hendingini.
London Pub er eitt væl umtókt savningarstað hjá samkyndum fólkum, og tað gjørdist eisini skjótt greitt, at talan var um eitt hatursálop fyri at raka samkynd.
Leygardagin verður eitt minningarhald í gøtuni, har skottilburðurin fór fram.
Og í gjár byrjaðu fólk frá kommununi at leggja eitt lag við ælabogans litum á gøtuna fram við London Pub. Arbeiðið skal vera liðugt áðrenn hátíðarhhaldið leygardagin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald