Uttanlands

Oslo herðir korona-tiltøkini

Talið av nýggjum smittaðum í norska høvuðsstaðnum hevur ongantíð verið hægri

Raymond Johansen á tíðindafundi í gjár (Mynd: NTB)

Raymond Johansen á tíðindafundi í gjár (Mynd: NTB)

2021-03-16 07:29 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Eitt ár eftir, at Noreg setti strong tiltøk í verk orsaka av koronasmittuni, verður landsins høvuðsstaður, Oslo, nú enn meira læstur.

Fyri at forða fyri smittuni her undir triðju bylgju, er avgerð tikin um at steingja enn meira fyri høvuðsstaðnum, skrivar NTB tíðindastovan.

Tá Noreg í skundi lat aftur fyri einum ári síðani, fingu eitt nú keypsskálar og aðrir handlar loyvi til at hava opið, um hetta var ynskiligt. Og tá handlar lótu aftur í vetur, fingu skúlar loyvi til framhaldandi at hava opið.

Men nú steingir tað mesta í norska høvuðsstaðnum. Handilsskálar skulu verða afturlatnir í fleiri vikur, og skeinkingarstøð og matstovur sleppa einans at selja út úr húsinum.

Eisini verður undirvísing á ungdómsskúlum og víðari útbúgvingum støðgað. Tað verður eisini sett bann fyri at fáa vitjan av fleiri enn tveimum persónum í øllum familjum í Oslo.

Í býarpartum, sum eru serliga hart raktir, verða børnini í 5. til 7. flokki send heim til teldurnar at sita og fáa frálæru umvegis netið.

Barnagarðarnir í Oslo verða eisini stongdir í páskavikuni.

Strongu tiltøkini verða nú sett í verk eftir at Oslo og økini rundan um høvuðsstaðin hava staðfest stóran vøkstur í smittutilburðum.

- Í farnu viku vórðu 1960 persónar í Oslo skrásettir við korona. Vit hava aldri fyrr verið nærhendis so stórum smittutali, segði Raymond Johansen, borgarstjóri í gjár.

Reuters upplýsir, at sokallaða kontakttalið í Oslo er hækkað til 1,5. So høgt smittutrýst merkir, at 10 smittað fólk í miðal føra smittuna víðari til 15 fólk.

Nýggju tiltøkini, sum eru galdandi fyri Oslo, koma í gildi í morgin og verða galdandi til eftir páskir, 6. apríl. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder