Tveir persónar hava latið lív, og 21 persónar vórðu særdir í einum skottilburði í norska høvuðsstaðnum Oslo í nátt.
Fyrstu fráboðanirnar um hendingina komu klokkan uml. 1.15 lokala tíð. Eitt eygnavitni hevur sagt NRK, at hann sá ein mann koma á staðið við einari tasku, og úr henni tók hann eitt skotvápn og byrjaði síðani at skjóta.
Stutt fyri klokkan tvey varð boðað frá, at ein persónur varð tikin nærindis, og ein góðan tíma seinni segði norska løgreglan, at teir arbeiddu útfrá einum ástøði um, at har bert var ein brotsmaður.
Brotsmaðurin varð tikin við hjálp frá sivilfólki. Viðkomandi, sum er undir illgruna, er ein 42 ára gamal norskur ríkisborgari við iranskum uppruna. Hann er skuldsettur fyri dráp, drápsroynd og yvirgang. Talan er um persón, sum er kendur av norsku fregnartænastuni, PST.
Løgreglan kannar nú m.a., um sálarsjúka kann hava spælt ein leiklut.
Av teimum særdu eru tríggir persónar álvarsliga løstaðir.
Skotið varð á trimum støðum, m.a. á dansistaðnum London Pub í miðbýnum í Oslo, sum er vælumtókt hjá samkyndum, skrivar Ritzau.
Fleiri fólk savnaðust á staðnum við ælabogafløggum fyri at vísa samhuga.
Leygardagin skuldi eftir ætlanin vera Pride-skrúðgonga í norska høvuðsstaðnum, men hon er nú avlýst eftir áheitan frá løgregluni. Málið verður eisini kannað sum eitt møguligt hatursbrotsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald