Uttanlands

Ossoff sigur seg hava vunnið í Georgia

Alt bendir á, at demokratarnir vinnar báðar senatorarnar, sum sostatt fáa meiriluta í Senatinum

Jon Osloff - sigur seg hava vunnið í Georgia (Mynd: EPA)

Jon Osloff - sigur seg hava vunnið í Georgia (Mynd: EPA)

2021-01-06 16:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Demokratiska valevnið á senatorvalinum í Georgia, Jon Ossoff, sigur seg hava vunnið annan av senatorsessunum á valinum í gjár. Hetta sigur hann í einum filmi, sum hann legði út fyrr í dag – tíðliga mikumorgun, amerikanska tíð.

Um sigurin hjá Ossoff verður váttaður, fáa demokratarnar valdið á Senatinum. Tað fer at geva komandi forsetanum, Joe Biden, nógv størri møguleikar fyri at fáa sín politikk ígjøgnum í Kongressini.

Tá Ossoff legði filmin út vóru enn ikki allar atkvøðurnar upptaldar. Men við 98 prosentum taldar, stóð Jon Ossoff at fáa 50,2 prosent, meðan mótvalevnið, republikanski David Perdue stóð til at fáa 49,8 prosent.

Klokkan 14, okkara tíð, førdi Ossoff sostatt við bert gott 16.000 atkvøðum, skrivar AFP-tíðindastovan, og tí hava amerikanskir miðlar ikki enn skýrt demokratin sum vinnara.

33 ára gamli Jon Ossoff, sum ger dokumentarfilmar, verður yngsti limurin í Senatinum, um hann vinnur valið.

[object Object]
Raphael Warnock

Fyrr í dag skýrdu amerikanskir miðlar demokratin Raphael Warnock sum vinnara í valinum um hin sessin í senatinum. Hann vinnur á replublikanska valevninum Kelly Loeffler.

51 ára gamli Warnock, ið er paptistaprestur, skal sita tey tvey árini, sum eru eftir av valskeiðinum. Kelly Loeffler fekk sessin, tá senatorurin Johnny Isakson tók seg aftur av heilsuávum seinasta vár. Hesin sessurin skal sostatt aftur veljast á miðskeiðisvalinum í 2022.

Um Warnock endar sum vinnari, verður hann fyrsti litti senatorurin, ið er valdur í Georgia.

Valdið í Senatinum
Vinna demokratarnir báðar senatssessirnar hjá Georgia, so er býtið millum flokkarnar 50 til hvønn. Harvið fáa demokratarnir valdið, tí tað er sitandi varaforsetin, sum hevur avgerandi atkvøðuna, um tað stendur á jøvnum.

Og frá 20. januar er tað demokraturin, Kamala Harris, ið er varaforseti.

Demokraturin Chuck Schumer verður sostatt nýggjur meirilutaleiðari í Senatinum. Hann hevur sagt alment, at sigurin nú er tryggjaður.

- Tað kennist sum ein nýggjur dagur. Fyri fyrstu ferð í seks ár hava demokratarnir meirilutan í Senatinum, og tað verður ordiliga gott fyri amerikanska fólkið, sigur Schumer í eini fráboðan, skrivar Ritzau. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder