Vinna

Øssur Dalbúð nýggjur ráðgevi í Vinnuhúsinum

Hann skal eitt nú ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið. Øssur er útbúgvin Cand.merc.aud og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í Bank Nordik

Øssur Dalbúð hevur leingi verið virkin í fótbólti og millum annað spælt fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

Øssur Dalbúð hevur leingi verið virkin í fótbólti og millum annað spælt fyri HB (Mynd: Sverri Egholm)

2023-03-14 15:05 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Øssur Dalbúð er fyri stuttum settur og eisini byrjaður í starvinum sum ráðgevi í Vinnuhúsinum.

Hesum boðar industry.fo frá. 

- Uppgávurnar hjá Øssuri í Vinnuhúsinum verða ymiskar. Hann kemur eitt nú at ráðgeva vinnugreinafeløgunum Havbúnaðarfelagið, Føroya Ráfiskakeyparafelagi og Sjóvinnufelagið.

Hartil skal 33-ára gamli ráðgevin millum annað eisini ráðgeva um uttanlandshandil, umfram at hann kemur at umsita annað innan hetta økið.

Øssur M. Dalbúð er millum annað kendur fyri sína tíð sum fótbóltsspælari í fremstu røð í Føroyum. Hann er útbúgvin Cand.merc.aud og hevur seinastu árini starvast sum ráðgevi í Bank Nordik.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder