Mentan

Øssur Johannesen listaframsýning í Tjørnuvík 

Hevur teknað meðan hann hevur búleikast í listafólkabústaðnum 

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2019-10-24 07:21 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Glyvramaðurin Øssur Johannesen, sum annars býr í Keypmannahavn, hevur um vikuskiftið listaframsýning í listafólkabústaðnum í Tjørnuvík. 

Meðan hann hevur hildið til í Tjørnuvík, hevur Øssur skapt tekningar av áum, fjøllum og brimi í Tjørnuvík.

Við á framsýningini hevur hann eisini tvær sjálvsmyndir, tvær tekningar av tónaskaldinum á Sandi, eina tekning av Richardi Long, eina av Mao, eina av Jesusi, eina av Grethu Thunberg og Trump, eina av Tindhólmi og eina av einum dripnum donskum soldáti, sigur hann. 

Framsýningin í Tjørnuvík letur upp fríggjadagni 25. oktober, og er  opin til og við  sunnudagin 27. oktober. Allar dagar er opið frá kl. 16 til 20.  

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder