Innanlands

Øssur Kjølbro virkar nú í Nes prestagjaldi

Klaksvíkingurin er lagdur afturat Ova Brim og er virkandi sóknarprestur fram til 31. mai

Øssur Kjølbro hevur í tíðarskeiðum verið virkandi prestur. Annars hevur hann arbeitt nógv hjá Kirkjuligu Heimamissiónini (Mynd: folkakirkjan.fo)

Øssur Kjølbro hevur í tíðarskeiðum verið virkandi prestur. Annars hevur hann arbeitt nógv hjá Kirkjuligu Heimamissiónini (Mynd: folkakirkjan.fo)

2024-03-13 14:54 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fyri stuttum varð Ovi Brim settur í starv sum próstur. Hetta er eitt nýstovnað embæti, nú virksemið hjá fólkakirkjuni er økt.Prósturin kemur biskupsins vegna at taka sær av málum og viðurskiftum, ið nema prestarnar. Hann verður sostatt starvsfólkaleiðari hjá prestunum.

Les meira: Ovi Brim verður próstur

Ovi Brim hevur virkað sum sóknarprestur í Nes prestagjaldi í nógv ár. Toftamaðurin gevst ikki vegna nýggja starvið, men ein prestur er afturat komin at virka fyri prestagjaldi, sum fevnir um átta bygdir.

Biskupur hevur í samráð við kirkjuráðið á Nesi og kirkjuráðið í Gøtu sett Øssur Kjølbro sum virkandi sóknarprest fram til 31. mai 2024. Øssur kemur at arbeiða saman við Ova Brim, prósti, næstu mánaðirnar.

Hetta skrivar Fólkakirkjan á heimasíðu sínari.

Øssur Kjølbro er klaksvíkingur, sum hevur lisið guðfrøði í Danmark. Hann hevur verið virkandi prestur í millum annað Klaksvík, men hevur mest starvast hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder