Kórið Østerbro Pigekor varð stovnað í 2004 og í kórinum syngja 35 gentir. Hetta er eitt ungdómsgentukór, við sangarum millum 13 og 25 ár. Kórið er ein partur av kórskúlanum í Rosenvængets sogn á Østerbro í Keypmannhavn. Kórleiðarar eru Marlene Lollike, urguleikarin Morten Schousboe og sanglærarin Kirsten Schultz Hansen.
Repertoirið hjá kórinum er ein blandingur av heilt nýggjum tónleiki og klassiskum meistaraverkum.
Sum nakað nýtt er kórið farið inn í samstarv um verkætlanina ”Ung syngja opera” í Keypmannahavn og syngja tí í ár við í operuni ”Dido og Aneas” av Purcell. Kórið syngur har afturat fegi norðurlendskan fólkatónleik og ger eisini á hvørjum heysti eitt projekt við rytmiskum tónleki, har genturnar sjálvar eru solistar – ofta við teirra egnu sangum.
Til konsertina í Havnar kirkju syngja tær klassiskar satsir av amerikanska tónasmiðinum Bob Chilcott, sangir av Carl Nielsen og fara tey eisini at syngja nakrar vakrar føroyskar sangir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald