Tað er ikki beinleiðis summarveður kring Føroyar fyrrapartin. Í gjár var sól og summar, men í dag er regn og vindur.
Føroyska veðurstovan sigur, at tað fer at slíta í, men út á seinnapartin øtlar hann vindin.
Frískt lot til frískan vind av útsynningi, 5 til 10 m/s, samdrigið og regn ella ælaveður. Seinnapartin veksur vindurin upp í frískan vind til hvassan vind, 10 til 15 m/s. Í kvøld støkkur hann upp ímóti vestri, tað slítur í, og vindurin veksur upp í ein strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, enn samdrigið men yvirhøvur turt. Í nátt minkandi vindur niður í eitt frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt ælið. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og ælaveður. Hitin 8 til 13 stig.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald