
Ferðslan gjøgnum Eysturoyartunnlini var stongd eina løtu seinnapartin í dag. Hetta hendi um trýtíðina, tá tekniska fráboðanarskipanin boðaði frá einum breki.
- Skipanin vísti ein tekniskan feil. Tá vit kannaðu vakmyndatólini inni í tunnlinum løgdu vit til merkis, at myndatólini í seksjónini, har feilurin var, vóru sligin frá, og vit sóu ongar myndir. Tað sá herfrá veruliga út, sum um eldur var í tunnlinum, so vit gjørdu av at steingja tunnilin, og senda patrúlju at kanna málið, greiðir vaktleiðarin hjá løgregluni frá.
Løgreglufólkini, ið fóru niður í tunnilin kundu tó skjótt ásanna, at talan var um okkurt mistak, helst av menniskjaligum slag, sum var gjørt í sambært við arbeiði við teknisku útgerðini einastaðni millum rundkoyringina og Hvítanes.
- Tíbetur var onki álvarsligt hent. Men vit fingu so staðfest, at trygdarskipanin í tunnlinum virkar. Hetta var fyrstu ferð, at vit fingu eina sjálvvirkandi fráboðan av hesum slag, og vit kunnu bara staðfesta, at trygdarskipanin tykist av virka sum hon skal. Tað er í hvussu so er gott, sigur vaktleiðarin.
Ferðslan gjøgnum tunnilin var stongd í einar 10 til 15 minuttir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald