Tann 19. mars í fjør fór at goysa á Reykjanesi, men síðani í novembermánað hevur ikki verið nógv at hoyrt um eldgosið við Fagradalsfjall.
Íslendskir miðlar skriva í dag um, at jarðsjálvtar hava verið har í dag, og á einum slíkum stigi, at tað nú verður óttast fyri, at tað aftur ferð at goysa.
Ríkisløgreglan hevur í samráð við politimyndugleikan í økinum hert trygdarstigið á Reykjanesi. Tað merkir, at fylgt verður serliga væl við í einari støðu, sum kann gerast vandamikil fyri økið. Veðurstova Íslands hevur eisini sent út flogávaring á gulum stigi í økinum orsakað av sjálvtunum.
Íbúgvarar nærhendis verða eisini bidnir um at tryggja leysar lutir bæði inni og úti, og serliga ansa eftir at leysir lutir ikki kunnu detta niður á fólk sum liggja og sova.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald