Innanlands

Óttast at koppsett smitta hóast koronupass

Tað vísir seg at fleiri og fleiri av teimum, sum eru koppsett og harvið hava koronupass blíva smittaði og bera smittuna víðari, uttan at vita av tí. Tí er koronupass ikki loysnin, sigur Bárður á Steig Nielsen

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2021-11-04 22:07 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Farsóttarnevndin vil seta koronupass í gildi í føroyska samfelagnum, og hevur longu boðað frá, at har sum tey ráða - við landamørkini - verður koronupass kravt frá 15. november.

Galdandi koronupass fæst við at vera koppsettur tvær ella tríggjar ferðir, við at hava havt korona áður ella við einari test, sum ikki er eldri enn 72 tímar.

- Fakkunnleikin (í hesum føri farsóttarnevndin, red.), er ráðgevandi. Vit sum landsins myndugleiki hevur yvirorðnaðu uppgávuna at fáa samfelagið at hanga saman. Bæði á tí heilsuliga økinum, tí sosial og tí búskaparliga, segði Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, í Degi og viku í kvøld.

Og landsstýrið hevur ikki lurtað eftir Farsóttarnevndini víðvíkjandi koronupassið, og tað hevur elvt til nógv kjak seinastu dagarnar.

Men Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, er sannførdur um, at koronupassið ikki er loysnin í løtuni.

- Tað vísir seg tíverri, at fleiri og fleiri av teimum, sum eru koppsett, og harvið hava koronupass, eru smittaði og bera smittuna víðari uttan at vita av tí. Og tað er tað, sum ørkymlar meg enn meira. Hetta, at fólk, sum eru púra óvitandi um, at tey eru smittaði, bera smittuna víðari tí tey hava eitt koronupass.

Loysnin er, sambært løgmanni, at samfelagið trekkir seg aftur í nakrar dagar.

Koronapassið er ikki tað sum fer at gera at tað gongur gott ella minni gott. Bjargingin nú er, at vit trekkja okkum til bakar, segði løgmaður.

[object Object]Bárður á Steig Nielsen, løgmaður (Mynd: Sverri Egholm)

- Kemur tað har til, at onkur kann sannføra meg um, at triðja prikið er total verja ímóti hesum variantinum av koronu, so kann koronapassið koma uppá tal, segði Bárður á Steig Nielsen, og staðfesti enn einaferð:

- Men eftir míni bestu sannføring er tað ikki loysnin í løtuni.

Skeinkistøð krevja koronupass av sínum eintingum
11 skeinkistøð í Havn og tvey í Klaksvík hava í kvøld á in.fo boðað frá, at tey ikki ætla at akta tilmælið frá landsstýrinum, um at lata aftur hetta vikuskiftið.

Tey ætla at hava opið sum vant, men hinvegin at seta skipan í verk, har fólk vísa koronupass fyri at sleppa inn á støðini um kvøldarnar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder