![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Í Íslandi óttast tey framvegis, at økið við Grímsvötn skal fara at remba sær. Í morgun frættist um at ’lop’ hevði verið í Grímsvøtnum, skrivar RUV, men hetta er ikki váttað frá løgreglumyndugleikunum á Suðurlandinum enn.
Stóra eldgosskipanin við Grímsvøtn liggur undir stóra Vatnajøkuli, og vandin er tí ikki bara sjálvt gosið, men líka so nógv lopið, sum kann standast av, at ein partur av ísinum bræðist av hitanum, so at tað verður áarlop.
Enn eru tó ikki tikin serlig stig at verja fólk í økinum, sambært heimasíðuni hjá Ríkisútvarpinum.
Grímsvøtn er aktivasta eldgosið í Íslandi. Tað hevur goyst útvið hundrað ferðir síðan landnám og 13 ferðir síðan 1902, skrivar ruv.is.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald