2019-10-29 20:50
Skúlastjórin hevur sett Otto Gram í starv sum varaskúlastjóra frá 1. november. Tað skrivar Tvøroyrar skúli á heimasíðuni.
Otto Gram er 47 ára gamal og tók læraraprógv í 1997 á Århus Dag og Aftenseminarium. Frá 1997-2000 arbeiddi Otto í Kommunuskúlanum í Havn, og síðani 2000 hevur hann verið lærari í Tvøroyrar skúla.
Otto er eitt kent andlit á Tvøroyri og hevur í mong ár verið ein av oddamonnunum innan TB-flogbóltur, har hann millum annað hevur fyriskipað FM-finalurnar hjá yngru deildunum, sigur Tvøroyrar skúli.
Jón Johannesen er skúlistjóri í Tvøroyrar skúla.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald