Uttanlands

Ótu reingerðarevni við sama navni sum malariaheilivágur

Koronaótti: Maðurin lat lív – misskilti boðskapin frá Trump forseta

2020-03-24 09:02 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ein amerikanskur maður er deyður eftir at hava etið eitt reingeringarevni, ið bar navnið klorokin. Hann trúði, at tað fór at verja honum móti at vera smittaður av koronavirus.

Tað upplýsir eitt sjúkrahús í Phoenix í Arizona fyri NBC News sambært Reuters tíðindastovuni. Eisini konan hevði etið evnið, og er innløgd á sjúkrahús.

Eitrandi evnið tey ótu, var ikki tað slagið av klorokin, sum verður brúkt sum heilivágur móti m.a. malaria, og sum nakrir granskarar siga vísir seg at hjálpa móti korona.

Tað var hinvegin eitt reingerðarevni, sum verður brúkt til at reingera akvariur, skrivar Ritzau.

Forseti USA, Donald Trump, hevur nevnt, at evnið hydroxyklorokin – eitt líknandi evni – saman við einum antibiotika kanska kann fáa týdning í stríðnum móti koronavirus.

Kona mannin sigur við NBC News, at hon hevði sæð tíðindini við forsetanum, og mintist, at hann segði ”klorokin”.

- Eg sá, at vit høvdu eitt sindur liggjandi aftast á hillini og hugsaði. Halló, er tað ikki tað, tey tosa um í sjónvarpinum, sigur konan við NBC News.

Hjúnini eru í sekstiárunum og harvið í vandabólkinum fyri fólk, sum kunnu koma í stóra vanda um tey gerast smittað.

- Vit óttaðust at gerast sjúk, sigur konan.

Eftir 20 minuttir gjørdust tey sera illa fyri. Konan ringdi til alarmsentralin, men tá tey komu á sjúkrahús, doyði maðurin.

Enn er ongin koppseting ella viðgerð, sum er góðkend móti covid-19, men granskarar arbeiða við málinum.

Í Fraklandi segði Olivier Veran, heilsumálaráðharri, í gjárkvøldið, at læknar gott kunnu brúka evnið klorokin, sum verður brúkt at viðgera malaria.

Tað skal bert brúkast á sjúklingarnar, ið eru harðast raktir, og tað skal vera undir strongum eftirliti.

Olivier Varan legði dent á, at evnið ikki má brúkast til sjúklingar, sum ikki eru hart raktir.

Onnur ivast í hesum viðgerðarháttinum. Víst verður á, at tað skulu nógv fleiri royndir til at finna út av, um evnið virkar og er trygt at brúka, skrivar Ritzau.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder