Danski hip-hopp risin setir kós ímóti Føroyum. Outlandish framføra á Voxbotn fríggjakvøldið 20. august.
Bólkurin varð stovnaður í 1997, og broytti allan danska hip-hopp pallin. Tónleikurin fekk nú eitt meira altjóða ljóð, og danir tóku væl ímóti nýggja rákinum. Outlandish hava smíðað fleiri hitt, ið hava staðið seg sera væl í norðulondum og úti í verð.
Bólkurin legði seg eftir at skriva nútímans hip-tónleik við einum broddi. Ofta høvdu sangirnir politiskar boðskapir, og bólkurin hevur framført til nógvar konsertir, til frama fyri ymisk vælgerandi endamál. Í 2017 fóru limirnir í bólkinum hvør til sítt, men longu í 2019 kom bólkurin saman aftur, og arbeitt varð við einari nýggjari plátu.
Við hittum sum “Aicha”, “Look into my Eyes” og ikki minst “Guantanamo” kanst tú gleða teg til ein poppfest í heimsflokki, tá teir trína á pallinum við sínum frísku rútmum.
Frammanundan er longu greitt, at tað verður ein røð av framúr tónleiki at hoyra á Okkara Voxbotn.
Fríggjadag m.a. Sam Feldt, John Martin & Michel Zitron, Aura Dione, Sanne Salomonsen, Swangah, Signar & John, Amina, Mold, Branco, Outlandish og The Antonelli Orchestra.
Leygardag eru higartil kunngjørd m.a. Robin Schulz, Christopher, Burhan G, Hanne Boel og The Antonelli Orchestra.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald