Innanlands

Ov høg ferð orsøk til ferðsluóhapp í nátt

Ein bilur rendi á rundkoyringina við Norðskálatunnilin – Tvey fólk vóru í bilinum, sum fór rættiliga illa, men tey fingu ikki nakran álvarsligan skaða

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

(Savnsmynd: Sverri Egholm)

2024-07-11 08:30 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Nakað eftir klokkan tvey í nátt varð boðað frá, at ein bilur hevði rent á rundkoyringina við Norðskálatunnilin.

Hildið verður, at tað var ov høg ferð, sum var orsøkin til óhappið, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn. Lagt verður afturat, at bilførarin var ikki ávirkaður, men talan var um ein rættiliga ungan bilførara, sum ikki hevði havt koyrikort leingi.

Tvey fólk vóru í bilinum, sum fór rættiliga illa. Fólkini gramdu seg um pínu, men tey fingu ikki nakran álvarsligan skaða. Tey vórðu kortini send á Landssjúkrahúsið til kanningar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder