Handilin Nips afturkallar nú emaljerað barnakrúss við Pippi Langsokki á. Orsøkin er, at ov høgt innihald av blýggi er funnið í krússunum.
Blýggj ávirkar nervaskipanina. Nervaskipanin hjá børnum er serliga viðkvæm yvir fyri blýggi, og kann hetta ávirka innlæringarevni og intelligens, og eigur mann tí ikki at brúka hetta krússið, skrivar Heilsufrøðiligs Starvsstovan.
Fýra av áðurnevndu krússunum eru seld í Nips í ár. Tey, ið hava keypt eitt av hesum fýra krússum, eiga at fara aftur í handilin við teimum.
Um sama slag av krússum er keypt uttanfyri Føroyar, verður viðmælt at borgarin setur seg í samband við sølustaðið, har tað krússið er keypt, at vita um keypta krússið er fevnt av afturkallingini, skrivar Heilsufrøðiliga Starvsstovan.
Krússið, ið verður afturkallað:
Emaljerað barnakrúss
Muurla, Pippi Longstocking, 2,5 dl
Art. 1404-025-02
Lot nummar: Ser. No. K23
EAN-strikukota: 6416114961900
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald