2024-07-31 19:25
Stóra grindin sum fyrr í kvøld varð funnin eystur úr Fugloynni, fær frið fyribils.
Nóg mikið av grind er í norðurøkinum, sum fevnir um Norðiyggjar og Eysturoynna, og tí var lagt upp til, at grindin kundi rekast til Havnar, har eingin grind hevur verið í ár.
Men Kristjan Martin Joensen, sýslumaður fyri Streymoynna, sigur við Portalin, at einki verður gjørt við grindina.
Tað kann vera, at grindin kemur hendan vegin, men hon verður ikki rikin úr Fugloy til Havnar, sigur Kristjan Martin Joensen.
Grindin verður mett til umleið 300 hvalir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald